Økisterapi
? Vit eru slett ikki til reiðar at taka ímóti nakrari økisterapi til sálarsjúk enn.
Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, sum er felagið hjá teimum sálarsjúku, hevur ikki so nógv ímóti, at ætlanin at seta økisterapi til sálarsjúk í verk í Føroyum, er útsett eitt sindur.
Fyrr í vikuni boðaði landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, frá í Útvarpinum, at av tí at fíggjarliga orkan varð avmarkað, fór hann í fyrstu syftu at raðfesta sjálva grundtænastuna hjá Heimarøktini fremst. Sostatt fór ætlanin at seta økisterapi í verk kring landið, at verður útsett fyribils.
Júst økisterapi hevur verið eitt av fremstu hjartamálum hjá felagnum Sinnisbata.
Men forkvinnan í felagnum hevur kortini ikki so nógv ímóti, at drála verður á við ætlanini økisterapi.
?Veruleikin er, at tað ber slett ikki til at seta nakra økisterapi í verk sum er, sigur Soffi Egholm, forkvinnan í Sinnisbata.
Kommunurnar ikki fyrireikaðar
Soffi Egholm sigur, at økisterapi setir stór krøv til tær ymsu kommunurnar kring landið. Men, sum støðan er nú, eru tær yvirhøvur ikki til reiðar at taka ímóti nakrari øksiterapi.
Og hon sigur, at tær fortreytirnar mugu fáast í rættlag, áðrenn nøkur økisterapi verður sett í verk.
? Tað krevjast stórar fyrireikingar at seta eina økisterapi í verk og tann fyrireikingin er ikki gjørd enn, sigur forkvinnan í Sinnisbata.
Endamálið við økisterapi er, at fólk skulu kunna fáa búgva í heumbygdini og fáa sálarliga viðgerð har, ístaðin fyri at noyðast til Havnar á sjúkrahús.
? Tað merkir sostatt at umstøður skulu gerast í heimbygdini, so at tey kunnu búgva heima og enn hava ongar kommunur gjørt seg til reiðar at taka ímóti teimum sálarsjúku.
? Eitt nú er tað neyðugt at fyrireika heimarøktina kring landið til at taka ímóti sálarsjúkum. Millum anað merkir tað, at tey, sum arbeiða í heimarøktini, skulu eftirútbúgvast, bæði fyri at hava tað fakliga í lagi og fyri at læra seg til at sínamillum samveru við sálarsjúk
Somuleiðis skulu venjingarmiðstøðir setast á stovn, har tey sálarsjúku kunnu fáa venjing í at klára seg í einum samfelag.
? Sálarsjúk, sum hava verið innløgd á sjúkrahús í longri tíð, skulu fyrireikast væl, fyri at kunna klára seg í samfelagnum. Tað eru ógvuliga nógvir smálutir, sum tey sálarsjúku skulu fyrireikast til, fyri at klára seg í samfelagnum.
? Bara tað, at fara eini ørindi á Posthúsið, krevur venjing, tí tað hava tey kanska ongantíð roynt fyrr. ? Tá ið tey hava verið innløgd, hava tey heldur ikki fingið løn og tí krevur tað eisini venjing at fara til handils og at fáa pengarnar at røkka, tí alt hetta, og nógv annað, eru viðurskifti, sum tey eru púra óvon við og tískil mugu læra.
Goymt og gloymt
Soffi Egholm sigur, at tey sálarsjúku eru eitt øki, sum bæði hevur verið goymt og gloymt.
? Kommunurnar hava ikki raðfest økið yvirhøvur og tí eru tær als ikki til reiðar at taka ímóti nakrari økisterapi.
Men forkvinnan í Sinnisbata sigur, at nú er gongd sett á arbeiðið við økisterapi.
? Økisterapi er sett í samgonguskjalið og tí er ongin vegur aftur.
Hon sigur, at nú fer Sinnisbati at ferðast kring landið at tosa við kommunurnar um økisterapi fyri at fáa tær at seta pening av á fíggjarlógini til økið.
?Vit fara at greiða kommununum frá, at tá ið næsta fíggjarætlanin skal leggjast, er tað eitt øki sum eitur økisterapi, sum kommunurnar koma at fáa eina ábyrgd av, og sum sostatt eisini eigur at verða raðfest á fíggjarætlanini.
Samstundis fer felagið at hava fund við Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum um viðurskiftini.
Á hesum fundinum fara tey at tosa við landsstýrismannin um sálarfrøðiligu tilboðini og um, hvussu raðfestast eigur at vera.
Hon sigur, at í løtuni eru fíggjarligu vánirnar ikki tær bestu og tað slepst ikki undan at góðtaka.
? Men fyri tað ber tað væl til at gera tær neyðugu fyrireikingarnar, tí tað er nógv arbeiðið, sum ikki kostar so nógv.
? Og Sinnisbati fer ikki at góðtaka, at arbeiðið at seta økisterapi í verk, verður slept ella fer ov langt afturum í raðfestingini.
Soffi Egholm sigur, at sjálvsagt kostar tað pening at gera eina økisráðgeving. Men hon heldur ikki, at talan verður um tær stóru upphæddirnar, tí talan er hóast alt um lutfalsliga fá fólk og tað er ikki neyðugt at fylla eina økismenning við læknum.
? Tí eigur økismenning ikki at verða gjørd til nakað serligt. Tað átti at verið ein púra natúrligur partur av politisku raðfestingunum, tí hetta snýr seg um, at tey sálarliga sjúku í hesum landinum ikki verða gjørd ómyndug, sigur Soffi Egholm.