Álitið ímillum landið og kommununurnar er ikki serliga stórt.
Tað staðfestir Kommunusamskipan Føroya, sum hevur havt aðalfund í dag.
Kommunusamskipanin ásannar somuleiðis, at hetta er helst meginorsøkin til, at partarnir hava ilt við at finna semjur, eitt nú um, hvussu eldraøkið skal fíggjast.
Kommunurnar føla tað sum um, at landspolitiski myndugleikin alla tíðina máar burtur av fíggjarliga tilverugrundarlagnum hjá kommununum.
Eitt tað størsta inntrivið mótvegis inntøkugrundarlagnum hjá kommunum, var, tá ið landsstýrið fór at skatta pensjónirnar við inngjaldi heldur enn við útgjaldi, og samstundis avgjørdi, at allur skatturin skuldi fara í landskassan.
- Fyri skattaárið 2012 var talan um omanfyri 200 milliónir krónur, sum kommunurnar av røttum átti helmingin av, sigur Kommunusamskipanin.
- Hetta inntriv mótvegis kommunum varð gjørt, uttan at samráðingar ella nakað samskifti hevði verið ímillum land og kommunur frammanundan.
Hesi næstu árini fer forskattingin av pensjónum sannlíkt at tvífaldast, og allar hesar meirinntøkur fara bert at koma landskassanum til góðar.
- Uppaftur meira hugstoytt er tað tískil at hoyra landsins leiðara siga, at nú eru tað kommunurnar, sum eiga tørn at geva teimum lágløntu skattalætta.
- Hetta álitisbrot hevur eisini gjørt tað truplari at finna eina semju millum land og kommunur um ein fíggingarleist fyri eldraøkið, er boðskapurin av aðalfundinum í dag.
Kommunusamskipanin sigur, at fleiri onnur dømi eru. Eitt er, at rentustuðulin til sethúsalán minkar alsamt, men ágóðin av tí kemur somuleiðis bara landskassanum til góðar.
- Eitt er vist, tað ber ikki til at flyta undirskotið í landskassanum yvir í kommunukassarnar, tí tá ið samanum kemur, er tað borgarin, sum situr eftir við rokningini.










