Hava einki ímóti at hækka pensjónsaldurin

Fyrsta fakfelagið er nú komið við eini fráboðan í sambandi við ætlanina at hækka pensjónsaldurin

- Vit hava einki ímóti at pensjónsaldurin hækkar 

 

Tað sigur Pætur Niclasen, formaður í S&K felagnum, nú tíðindini bórust í Kringvarpinum í gjár, at samgongan hevur tikið tankan um at hækka pensjónsaldurin, framaftur.

 

S&K er fyrsta fakfelag við eini fráboðan og tey hava einki ímóti ætlanini, sum so. 

Men hóast felagið ikki hevur nakað ímóti ætlanini, sum so, halda halda tey kortini, at tað skal standa einum og hvørjum frítt at velja.

 

- Fólk eru ikki líka fyri, tá tey koma til eftirlønaraldur og tí skuldi tað verið ein valmøguleiki, vit hava tá vit koma til eftirlønaraldur, um vit vilja fara frá sum 67, 68, 69 ella 70 ára gomul ella eldri, sigur hann.

 

Hann sigur, at pensjónin skal verða ein grundupphædd, sum ein kann fáa, tá ein er 67 ár, men letur ein seg pensjónera seinni, skal henda grundupphædd hækkast eitt ávíst prosent fyri at eggja fólki, at verða longri á arbeiðsmarknaðinum.

- Tað skal vera ein eykaágóði, ein fær fyri at arbeiða longri, heldur formaðurin í S&k.

 

Hann sigur, at hetta er støðan við teimum sjálvbodnu penssjónsskipanum, fólk hava.

 

- Longri ein arbeiðir, hægri verður mánaðarliga útgjaldið, sum ein fær frá sínari eftirlønarskipan. 

 

Myndin av Pætur Niclasen er av heimasíðuni hjá S&K.