Jógvan Páll Lassen hevur nú ført fram sína verjurøðu, har hann hevur greitt nevningunum frá, hví hann ikki metir, at talan er um morð í málinum, sum hesa vikuna hevur koyrt fyri nevningatinginum í Føroya rætti.
Her leggur sakførarin dent á, at ákærin ikki hevur prógvað sín pástand um, at talan var um morð.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Jógvan Páll segði við Rás2 seinnapartin í dag.