Hava eina loysn í vikuni

Hevur hampuliga greiða mynd av framtíðini

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur longu nú eina hampuliga greiða mynd av, hvussu politiska framtíðin sær út.

Hann hevur í kvøld fingið endaliga staðfest, at Sjálvstýrisflokkurin ikki longur er partur av samgonguni, og tí skulu nøkur kort nú blandast av nýggjum.

- Eg havi faktiskt eina nóg so klára mynd av, hvussu vit nú koma víðari, men enn er sjálvandi ov tíðliga hjá mær at geva alment til kennar, hvør hendan ætlanin er. Tað er nakað, sum vit fyrst mugu viðgera á samgongufundi.

Løgmaður fæst heldur ikki at siga, um talan verður um eitt einstakt nýtt landsstýrisfólk, ella um talan verður um eina rokadu.

- Tað eru sjálvandi teir báðir møguleikarnir. Málsøkjabýtið havi eg undir mær, men eg má sjálvandi taka atlit til, at politiska javnvágin er í lagi. Tað, at vit nú eru tríggir flokkar í samgongu, ger kanska tingini meira einføld, men tað ræður framvegis um at finna eina javnvág, sum flokkarnir kunnu semjast um.

- Í øllum førum kann eg siga somikið, sum at eg ikki rokni við at sita við innlendismálum, tá hendan vikan er runnin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen at enda.