Hava eftirlit við rakstrinum av Sjónvarpinum

Hvønn mánað síðan í mai í fjør hevur mentamálaráðharrin fingið frágreiðing frá leiðsluni SVF um gongdina á stovninum

ÓLAVUR Í BEITI


Fyri ikki so langari tíð síðan fekk Signar á Brúnni frágreiðingina um Sjónvarp Føroya, sum Rasmussen & Weihe gjørdi, og frágreiðingin vísti nágreiniliga støðuna í SVF. Kringvarpslógin hevur havt sína ávirkan á støðuna hjá sjónvarpinum, har 1/3 av tilfarinum skal verða føroyskt tilfar, eftir hesi lóg, og hetta er so eitt av tí, sum stjórin í SVF hevur tikið til eftirtektar, tá ið hann hevur sett fleiri fólk t. d. Og so hava metingarnar sum gjørdar eru viðvíkjandi spølunum í sjónvarpinum ikki hildið, og hetta tilsamans hevur verið um at kollsiglt hesum loftmiðli í hvussu so er einaferð.

Umframt alt hetta, sum hevur verið við til at gjørt støðuna sera trupla bæði hjá sjónvarpsstjóranum og leiðsluni í SVF, og eisini hjá Sginari á Brúnni, mentamálaráðharra, hevur ein tyngri byggirokning frá 1997 gjørt støðuna sera trupla á fíggjarliga økinum hjá sjónvarpinum.


Leiðslan velur sjálv

Í stuttari viðmerking við Sosialin, sigur Signar á Brúnni, at hann sendi skriv til leiðsluna í SVF í juni í fjør, har álagt er leiðsluni í fyrsta lagi at senda mentamálaráðharranum roknskapin fyri hvønn mánað, og nevnt verður eisini at gjørligt verður ikki í framtíðini at fáa nakra eykajáttan.

? Hesum hevur leiðslan so fylgt og tekur nú tey keðiligu stig sum takast mugu fyri at fáa stovnin at koyra, sigur Signar á Brúnni.

Spurdur um ikki tað kann kastast leiðsluni fyri at slíkar hópuppsagnir skulu til, sigur Signar á Brúnni, at í hesum skrivi sum leiðslan fekk í juni í fjør liggur so, at leiðslan skal fáa tað at bera til, og vit fara ikki at leggja okkum í, hvussu leiðslan ger tað. Tá ið løgtingið ikki vil játta sjónvarpinum pening, ja so má leiðslan sjálv reka stovnin á sín hátt, sigur mentamálaráðharrin, og vísir eisini til at Fíggjarmálasýrið kom eisini inn í myndina í fjør við sínum treytum.