Hava dempaðar vónir til U17 EM-kappingina (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við U17-landsliðsvenjaran í flogbólti, Magnar K. Vang og Mattias N. Isaksen, spælara

 

Føroyska U17 manslandsliðið í flogbólti kappast í EM-undankapping í Finnlandi hetta vikuskifitið. Liðini í kappingini eru Føroyar, Finnland, Danmark og Svøríki. Øll spæla móti øllum í innleiðandi bólkaspælinum. Síðani verða finala og bronsudystur sunnudagin. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen hevur gjørt við Magnar K. Vang, venjara og Mattias N. Isaksen, spælara. Teir hava dempaðar vónir um, at Føroyar kunnu avrika væl í kappingini.

 

 

 

Skráin:

Fríggjadagin 11. januar: 
Kl. 13.00 Danmark - Svøríki 1-3 (22-25, 25-22, 14-25, 20-25)
Kl. 15.30 Føroyar - Finnland 0-3 (9-25, 11-25, 10-25)

Leygardagin 12. januar: 
08.00 Danmark - Føroyar
10.30 Finnland - Danmark
14.00 Føroyar - Svøríki
16.30 Svøríki - Finland

Sunnudagin 13. januar
10.00 Bronsudystur
13.00 Finala