- Búskapurin eigur at byggja á trygga grund, men vinstrahallu flokkarnir, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava bygt eitt búskaparligt korthús. Vakurt og lovandi, men bert eitt lot ímóti og tað fellur.
Tað er skoðsmálið, ið Jørgin Niclasen, formaður Fólkafloksins, gevur samgonguni, nú Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur kunngjørt játtanarkarmarnar fyir 2019.
Í lesarabrævi í dag vísir formaðurin í stóra andstøðuflokkinum á, at Búskaparráðið og Fíggjarmálaráðið hava ymiskar metingar av búskaparvøkstrinum. Í lesarabrævinum ávarar hann eisini um, at um metingarnar hjá Búskaparráðnum eru rættar, so fer peningur at mangla í hjá sitandi samgongu. Og tað fer at merkjast hjá vanliga borgaranum, væntar formaðurin í Fólkaflokkinum.
- Um metingarnar hjá Búskaparráðum eru rættar, so verður hall á fíggjarlógini fyri næsta ár. Í Játtanarkørmunum hjá landsstýrinum veður fráboða, at um inntøkumetingarnar hjá Háfoss ikki halda, so verða onnur inntøkuátøk framd, skrivar Jørgen Niclasen og leggur afturat.
- Heldur enn at steðga útreiðslugildinum, ætlar landsstýrið koma við nýggjari skatta- og avgjaldsøði á føroysku familjurnar og vinnuna.
Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Jørgeni Niclasen við at trýsta á her.