Hava brúkt 70 ár um at gera modelskip liðugt

Sjáldsamur modelbátur verður sýndur fram á Varmakeldu

Tá synirnir hjá Gamla Pidda í Fuglafirði, Sigurð og Hilmar Petersen, fóru undir at gera eitt model av einum motorbáti í 20?unum, mundi tað neyvan verða teimum í huga, at báturin ikki fór at blíva liðugtgjørdur fyrr enn í 1998.

Men ikki minni er tað søgan aftanfyri ein sjáldsaman modelbát, sum verður sýndur fram í Gamla Handlinum hjá Pidda niðri í Støð í Fuglafirði.

Tað er Fuglafjarðar Fornminnisfelag, sum skipar fyri framsýningin, sum letur upp leygardagin klokkan 16.00.

Ein partur av framsýningini er modelskip úr Fuglafirði, og tað nýggja hesaferð er modelbáturin úr 20?unum. Tað eru Jan Toftegaard og Per Hansen, sum er bátabyggjari, sum hava gjørt motorbátin lidnan í ár.

Leygardagin ber til at síggja ullaarbeiðið ? fólk fara bæði at spinna og binda. Hesin parturin av framsýningin verður bert leygardagin, tí sjálvt um opið eisini er sunnudagin, verður hildið fast um gamlan sið ikki at arbeiða halgidag.

Umframt modellskipini og ullaarbeiðið verða aðrir gamlir lutir eisini sýndir fram.

Á framsýningini bjóðar Fornminnisfelagið kaffi og føroyskt ábit.

Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin frá klokkan 16.00 til 20.00.

ek