Hava brúk fyri Shakespeare eins væl og Sibelius

Sosialurin hitti eisini Kristian Blak, sum hevur spælt tónleik bæði áðrenn húsið kom og aftaná:

 

Sum heild vóru stórar væntanir til Húsið, og eg royndi at vera við til so nógvar fundir undan byggingini sum gjørligt. Tá vóru fleiri av feløgunum hjá tónleikarunum stovnað, so vit møttu sum umboð, og eg má siga tað eru komin nógv góð upplivilsi við Norðurlandahúsinum, og tær norðurlendsku kontaktirnar, ið eru komnar hesi árini, hava havt nógv at siga fyri norðurlond.

Kristian sigur tað tó vera týdningarmikið at leggja sær í geyma, at ein verður ikki tónleikari av at spæla í Norðurlandahúsinum. Skráin má vera fastløgd, tá tú kemur í Húsið. Tað er altso ikki nakað »útviklingsstað«, og tí mugu »grasrøturnar« grógva væl og parallelt við Húsið.

Við Norðurlandahúsinum fingu vit sýningar, sum vóru størri, enn møguleikarnir í skúlahøllunum loyvdu. Húsið er nevniliga eisini eitt sjónleikarhús, og serliga minnist Kristian aftur á »Eitt dukkuheim«, har hann skemtandi leggur afturat, at hann spældi nøkur sekund. Men gjøgnum Húsið fekk hann eisini samstarv í lag við íslendskar instruktørar og var við til at gera eina ballett.

Hann nevnir eisini nýggjari dømi sum Shakespeare, ið júst hevur verið í Húsinum. Norðurlandahúsið er ein stovnur, ið hevur orku til at geva íblástur uttanífrá, og eg meini, at tað er av týdningi, at vit hava samband við verðina rundan um okkum, og at verðin rundan um okkum er áhugað í at arbeiða saman við okkum. Tí vit eru eitt serligt land, sigur Kristian.

Hann sigur tað vera gott, at vit eisini kunnu uppliva Brahms, Shakespeare og Dario Fo í Norðurlandahúsinum, og at tað ikki bara verður tvíhildið um norðurlendska mentan, so at bert Grieg, Sibelius og Nielsen sleppa framat. Hetta má ikki henda í nøkrum landi, tí so eru vit naiv, sigur Kristian. Men hann sigur seg væl skilja krøvini, tá pengarnir skulu býtast.

Ofta hevur verið tosað um at hava barnatiltøk hvønn morgun í Húsinum. Eftir mínari meting er tann besta íløgan, vit kunnu gera, góðskusjónleikir, -tónleikur og -mentan fyri børn, sigur Kristian Blak. So verður tað teirra vani at síggja nakað, so læra tey at bera seg at sum eitt publikum, har tey taka ímóti uttan at práta samstundis. Læra, at mentan ikki er nakað, ein kann sløkkja fyri við at trýsta á ein knøtt, og sipar her til, at Norðurlandahúsið og Sjónvarpið komu um næstan somu tíð og sostatt virka parallelt.

Men næstan samstundis sum Norðurlandahúsið kom, bleiv Perlan niðurtikin, og Jazzfelagið hevði eins nógv tiltøk um árið sum Norðurlandahúsið. Hetta var ikki ófyrireikað, tað var skrásett, blað varð sent út, og luttakarar komu úr Finnlandi, nógvir úr Svøríki, Norra, Danmark og Íslandi. Vit vóru heilt tilvitaðir um at skaffa norðurlendskar vitjanir, og av og á rindaðu vit allan kostnaðin, tvs. at publikum rindaði við teirra atgongumerkjum. Kristian sigur, at tey í árunum ?76 til ?83 høvdu eitt munandu aktivari jazzlív, enn tað nakrantíð hevur verið aftan á, inklusiv jazzfestival. Tí vil ein tosa um eitt samfelag við mentunarinnihaldi, so kann ein ikki bara hava jólaaftan, men eisini ein gerandisdag. Ikki tí, eg skipi eisini fyri einum klassiskum festivali, men um tað var tað einasta, sum hendi av klassiskum tónleiki, kundu vit ikki sagt, at Føroyar eiga klassiska kompositión ella tónleikarar, sigur Kristian.

Jú, jazzur var áðrenn Norðurlandahúsið kom. Tað eru Bronglpláturnar, Veðurløg, tríggjar LP?ir við norðurlendskum tilfari og aðrar dokumentatión fyri. Hetta er altso ikki meint negativt um hvørki Húsið ella tann árliga festivalin, men tað sum eg meini er, at av tí, at hetta hendi samstundis, eri eg bangin fyri, at nakrar av grundunum til, at Jazzfelagið ikki fekk bjóðað eitt annað høli, vóru, at at politikararnir hildu, at tá vit høvdu Norðurlandahúsið, so var tað nóg mikið. Tað søgdu teir ikki, men tað var líkasum ikki nógvur futtur í hjá teimum at veita Jazzfelagnum høli, sigur Kristian Blak.

Hann heldur eisini, at Norðurlandahúsið ofta kundi sent smærri bólkar út, enn tað ger, tí so høvdu fleiri fingið ágóðan.

Kristian minnist á nógv góð upplivilsi í Norðurlandahúsinum, men undirstrikar týdningin í tí, at tað paralella og útviklandi tónleikalívið hevur tað gott, samstundis sum konsertstaðið Norðurlandahúsið eisini hevur tað gott.