Hava broytt nevndir og málsøkjabýti

Nýggja býráðið í Havn samtykti hóskvøldið broyting av kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu.

Tað er nýggi meirilutin í Tórshavnar kommunu, umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Súna Mørk, Bjørg Dam, Kristionna Winther Poulsen, Kára Johansen, og umboðið hjá Sambandsflokkinum, Annfinn Brekkstein, sum hava skotið upp broytingarnar.

Broytingar, sum tey hava samtykt, eru umframt at gera ávísar broytingar í málsøkjabýtinum millum nevndirnar, at »eldranevndin« broytir navn til »heilsu- og eldranevndin«.

Skúlaøkið verður sambært flutt frá mentamálanevndini til trivnaðarnevndina.

– Hetta til tess at fáa eitt javnari arbeiðsbýti millum hesar báðar nevndir, sigur meirilutin í grundgevingunum.

Býráðið samtykti at broyta navnið á eldranevndini til »heilsu- og eldranevndin«, tí at nevndin og fyrisitingin varðar av øllum borgarum, ikki bara teimum eldru.

– Nevndin varðar av heimasjúkrasystrunum, sum veita tænastur til allar borgarar í kommununi, umframt heimarøktini. Harafturat hevur kommunan ávísar skyldu til at veita aðrar tænastur til borgarar undir 67 ár, siga tey.

Býráðið samtykti eisini, at ein vinnunevnd verður nýggj nevnd undir fíggjarnevndini í staðin fyri økisnevndin, sum er í dag, og at ein nýggj havnanevnd verður føst nevnd í staðin fyri vinnunevndina. Málsøkini millum havnanevndina og fíggjarnevndina/vinnunevndina undir fíggjarnevndini verða býtt millum tær báðar nevndirnar.

Vinnunevndin fer at viðgera vinnumál og vinnupolitikk, ferðavinnu, handils- og tænastuvinnu, hýruvognsloyvi og Hugskotið. Nevndin leggur síni tilmæli fyri fíggjarnevndina at bera víðari í skipanini.

Sambært broyttu kommunustýrisskipanini eru nú hesar føstu nevndir:

1)    Fíggjarnevnd

2)    Tekniska nevnd

3)    Byggi- og býarskipanarnevnd

4)    Náttúru- og umhvørvisnevnd

5)    Trivnaðarnevnd

6)    Heilsu- og eldranevnd

7)    Mentamálanevnd

8)    Havnanevndin