Hava brúk fyri 40 vaktum

- Tað er ein góður stuðul til okkum at standa vakt, sigur Krabbameinsfelagið.

Krabbameinsfelagið fer saman við Bragdinum at skipa fyri Gangi½maraton í Havn leygardagin 4. juni, og í hesum sambandi tørvar felagnum vaktir.

 

- Tað er ein góður stuðul til Krabbameinsfelagið at standa vakt til hetta megnar tiltak. Tiltakið gerst alsamt størri, og vit hava tørv á umleið 40 fólkum.

 

Felagið sigur, at vaktirnar skulu standa í tveir til tríggjar tímar. Tær skulu forða ferðsluni og leiða hana, meðan luttakararnir ganga og renna. Á onkrum postum skulu vaktirnar eisini bjóða luttakarum vatn og orkudrykk.

 

- Gangi½maraton fór av bakkastokki í 2015, sum ein liður í arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum at varpa ljós á krabbamein og tað stríð, sum fólk við hesi sjúku skulu ígjøgnum. Ein partur av luttøkugjaldinum fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið.

 

Lagt verður aftrat, at Tórshavn Maraton er eitt stórt og vælskipað afturvendandi tiltak, og við í Tórshavn Maraton í ár eru Bragdið, Krabbameinsfelagið og eisini Fólkaheilsuráðið, sum hevur gjørt av at taka táttin við heilsurenning uppaftur.