Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jólini og nýggjarið eru farin aftur um bak, og tað verður framvegis borað á landgrunninum. Um einar 10 dagar hevur boripallurin Transocean Rather borað í umleið tríggjar mánaðir á føroyska landgrunninum. Borurin varð settur í undirgrundina á Williamleiðini 22. oktober. Søgur hava gingið millum manna um, at olja er funnin, nú flutningurin av tilfari úr basanum í Runavík til boripallin er øktur nógv. Onkur hevur lagt tað í økta virksemi á basanum í Runavík, at okkurt spennandi er við at henda í Williambrunninum. Sosialurin hevur spurt hjá BP, hvussu støðan er, men har er eittans svarið, at ongir upplýsingar verða latnir út enn.
Blaðið skilur tó frá keldum, sum ikki vilja leggja navn til, at eingin olja er funnin enn. Boriarbeiðið gongst sum ætlað, tó at tað hava verið seinkingar orsakað av, at jarðfrøðin ikki júst er soleiðis háttað sum jarðfrøðingarnir høvdu roknað við. Tosað verður um innskot og ójavnt tilfar, sum hevur gjørt boringina torførari.
Veðrið hevur sum vera man eisini tarnað boringini. At boripallurin ikki var tøkur sum ætlað til seinasta summar var sjálvandi ein strika í rokningini, men hetta er tað, sum oljufeløgini mugu rokna við, serstakliga í eini tíð, har tað er so torført at fáa boripallar. Tað var tí ikki nummar eitt at seta borin í á vetrartíð.
Sum skilst er borurin komin niður á góðar 3000 metrar. Samlaði teinurin er 4750 metrar. Dýpið har borað verður er umleið 750 metrar. Hetta merkir, at borað er gjøgnum góðar 2000 metrar av gróti og tilfari, og enn resta so umleið 1500 til 1700 metrar í at bora.