4. brunnurin
Sett varð á at bora sunnudagin 15. juni. ?Tað hevur gingið væl og eftir ætlan og eru boraðir góðir 1400 metrar, tvs. frá havbotninum sigur Alex Buvik, leiðari á Oljumálaráðnum og hann, sum hevur ábyrgdina mótvegis føroyskum myndugleikum, at alt gongur sum tað eigur við boringini.
Hesir fyrstu 10 dagarnar eru farnir til at tryggja holið á ymsan hátt, soleiðis at restin av boringini kann ganga uttan stórvegis trupulleikar. Ein kann siga, at við hesum partinum av boringini er ta neyðuga og tunga forarbeiðið gjørt, ein kann siga, at hervið er sjálvt fundamentið fyri víðari boriholinum komið uppá pláss. Síðani ? tvs. í dag ella hósdagin ? verður so farið undir meira miðvísa boring teir 1500 til 2000 metrarnar aftrat niður í dýpið. Endaliga málið er at bora umleið 4250 metrar og tá eru teir umleið 1000 metrarnir frá vatnskorpuni við. Tað fer at taka longri tíð at bora henda partin av brunninum, tí tá skulu takast kjarnuroyndir sohvørt, tey skulu logga oa. Talan er um einar 30 til 40 dagar aftrat.
Sosialurin hevur skilt, at ENI hevur fleiri mál tað fer at kanna ávegis niður eftir móti tí endaliga málinum. Hetta er ikki óvanligt, tí eisini okkurt av hinum oljufeløgunum, sum hevur borað, hevði fleiri mál í teirra brunnum. Alex Buvik sigur seg onga viðmerking hava til slíkar metingar og gitingar.
Uppá fyrispurning nær tey í Oljumálastýrinum so dánt hava eina meting av endaliga boriúrslitinum sigur Alex Buvik, at tað veldst sjálvandi um umstøðurnar, men tað er ikki óhugsandi, at tey hava eina meting um tríggjar til fýra vikur.. Oljumálaráðið hevur tryggjað sær í loyvunum, at tað eftir at ein brunnur er liðugt boraður kann fara út við einum tíðindaskrivi um úrslitið. So gongur væl við boringini kann eitt úrslit verða kunngjørt kanska fyri ólavsøku men helst ikki fyrr enn eftir hátíðina.
Annars upplýsir Alex Buvik, at ENI hevur hildið seg til allar tær reglar, sum eru galdandi fyri bæði trygd og umhvørvi. Teir vóru umborð á boriskipinum Belford Dolphin, áðrenn tað fór undir at bora og tryggjaðu sær, at alt var í tráð við føroysku reglurnar.
Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ENI, men tað hevur ikki eydnast okkum.
ENI, sum er fyristøðufelag fyri hesi boringini, eigur 75% av loyvinum, meðan Føroya Kolvetni eigur hini 25%.










