Hava bøtt um trygdina

Partur av Shefa-kaðalinum er lagdur av nýggjum, men á Føroya Tele ásanna tey, at neyðugt er at betra trygdina meira

 

Sera nógv brot verið á Shefa-kaðalinum, síðan hann varð tikin í nýtslu í 2007. Í miðal hava verið eini tvey kaðalslit um árið, og tað er alt ov nógv. Tí hevur verið arbeitt við einari ætlan at leggja kaðalin av nýggjum á pørtum, har hann er mest útsettur.


Shefa-kaðalin gongur millum Føroyar, Hetland og Skotland og hýsir stórum parti av internet-ferðsluni hjá føroyingum. Tíbetur hevur Føroya Tele onnur sambond at dúva uppá, og einki bendir á, at breiðbandið hevur stórvegis nervað, nú Shefa hevur verið sløktur í ein mánað.

Í síðstu viku var kaðalin tikin upp og lagdur av nýggjum. Økið varð reinsað, har hann er lagdur, og roynt er at tryggja hann betur, m.a. við at grava hann niður í botn, har tað ber til. Hetta arbeiðið er bara partvíst eydnað.

Í fyrstu syftu bar ikki til at fáa kaðalskipið, sum er leigað til uppgávuna, at gera alt arbeiðið um eina leið. Tí verður neyðugt at gera eina operatión aftrat. Haraftrat er onkur teinur, har tað ikki hevur eydnast nóg væl at verja kaðalin, og tí skal nú eftirmetast, um eyka arbeiði skal gerast í tí strekkinum.

Sum støðan er nú, verður farið aftur at umvæla kaðalin seinni í hesum mánaðinum, og einaferð í næsta ár verður farið at arbeiða aftur upp á Shefa-kaðalin, skrivar Føroya Tele á heimasíðu sínari.