Hava blást í samfull 90 ár

Mikudagin 14. mars eru 90 ár liðin, síðan Harmoniorkestrið GHM varð stovnað.

Harmoniorkestrið GHM er eitt sera virkið orkestur og spælir til nógv ymisk høvi. Umframt konsertir, so setir GHM dám á bæði ólavsøku, tá jólamenninir koma til Havnar og tá jólatrøini verða tendrað ymsastaðni í kommununi.

Heitt verður eisini á GHM at spæla til nógv ymisk høvi sum t.d. merkisdagar og veitslur, tí tónleikaskráin fevnir breitt. Orkestrið hevur verið á uttanlandsferðum ymsastaðni. Í 1979 gekk leiðin til til janitsjarfestival í Hamar, Noregi, og til UNICEF-tiltak í Geneve í 1985 í sambandi við ungdómsárið hjá ST. Seinnu árini hevur orkestrið eisini verið í Italia og Írlandi.

Í mai 2011 var orkestrið vertur fyri árligu musikkstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum. Eitt tiltak, ið vardi í tríggjar dagar.

Føðingardagurin verður hildin leygardagin 17. mars. Fyrst við konsert seinnapartin og um kvøldið verður veitsla fyri núverandi og fyrrverandi spælarum umframt teimum, sum millum ár og dag hava havt  tilknýti til orkestrið.

Á konsertini leygardagin stjórnar Jens Knudsen Harmoniorkestrinum GHM, sum telur einar 60 spælarar. Skráin fevnir m.a. um musical- og filmstónleik og nýggjari føroyskan tónleik. Á skránni verða eisini fleiri solistar, m.a. spælir Angelika Nielsen á violin saman við orkestrinum filmslagið Schindler’s List. Tvey nýggj stykki, sum Magnus Johannesen og Atli K. Petersen hava gjørt, verða frumframførd. Til júst hesa konsertina verður “Kongagøtu-orkestrið” eisini at hoyra. “Kongagøtu-orkestrið” verður mannað við eini 20 núverandi og fyrrverandi GHM-spælarum, ið spældu í Kongagøtu.

Orkestrið húsast í dag í GHM-hølunum á loftinum í Musikkskúlanum á Frúutrøð. Hagar flutti GHM í fyrstu helvt av 90-árunum. Frammanundan helt orkestrið til í lítlu barakkini í Kommunuskúlanum í Kongagøtu. Plássið gjørdist dekan ov trongt, tá orkestrið vaks og t.d. 40 spælarar skuldu rúmast – og spæla – í eini skúlastovu, ið var ætlað til 24 næmingar í 1. flokki.

Tá orkestrið varð stovnað 14. mars 1922, varð valt at heiðra Bakara Hansen við styttingini GHM fyri “Georg Hansens Minde”. Bakari Hansen, sum gjørdi so nógv fyri tónleikalívið í Havn. Enn hevur orkestrið gerðabók at vísa á heilt aftur til stovnanina í 1922. Hendan gerðabók sigur eina sjáldsama søgu um eitt sera virkið orkestur og um føroyskt tónleikalív í 90 ár.

Mynd: GHM á "palli" við ein pisufund í Viðarlundini í 2009