Hava bjargað 4.343 flóttafólkum

Italskir myndugleikar upplýsa, at 4.343 flóttafólkum eru í dag bjargaði nærhendis Libya.

Hóast talan er um vandamiklastu farleið í heiminum, so tykist streymurin av flóttafólkum, ið seta lív og heilsu í váða fyri at sigla tvørturum Miðjarðarhavið, ongan enda at taka.


Italskir myndugleikar upplýsa í kvøld, at 4.343 flóttafólk eru í dag bjargaði nærhendis norðurafrikanska landinum Libya í tjúgu ymiskum bjargingarroyndum.


Tað eru ikki bara italsk skip, ið hava luttikið í bjargingarroyndunum. Eisini skip úr Týsklandi, Bretlandi og Kroatia, umframt skip hjá hjálparfelagsskapum, hava luttikið í bjargingarroyndunum í Miðjarðarhavinum.


Ritzau hevur tosað við Simon Burroughs, ið er bjargingarsamskipari fyri hjálparfelagsskapin Læknar uttan landamørk. Fyri tíðindastovuni upplýsir hann, at flestu flóttafólkini koma frá Eritrea, Nigeria, Somalia, Libya og Sýria.