Hava bjargað støðuni á Landssjúkrahúsinum

– Tað er nú greitt, at Landssjúkrahúsið sleppur undan umfatandi sparingum næsta ár, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum

– Hetta fer ikki bara at bjarga Landssjúkrahúsinum undan umfatandi sparingum næsta ár. Hetta fer eisini st føra til, at virksemið kann økjast.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

 

 

Les eisini: Landssjúkrahúsið má skerja virksemið nógv

 

 

Seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt burtur úr, at við teirri játtan, sum er sett av á fíggjarlógini fyri næsta ár, verður neyðugt at fara undir umfatandi sparingar.

 

Ført hevur verið fram, at Landssjúkrahúsið má spara einar 16 milliónir næsta ár og tað fer at føra umfatandi skerjingar við sær.

 

 

Les eisini: Eg trúði ikki at tað kundi verða verri enn tað er

 

 

Men Sirið Stenberg sigur, at tey hava arbeitt við at finna eina loysn fyri at sleppa undan sparingum - og nú er loysnin funnin.

 

Hon sigur, at í morgun hevur hon lagt uppskot fram um at játtanin til Landssjúkrahúsið verður hækkað 14,2 milliónir krónur afturat.

 

– Sostatt sleppur Landsssjúkrahúsið undan sparingum, næsta ár, sigur hon.

 

 

Les eisini: Hevði ikki væntað sparingar á Landssjúkrahúsinum

 

 

Men hon sigur, at í roynd og veru kann virksemið økjast næsta ár, tí umframt hetta, eru fimm milliónir settar av, sum eru markaðar til at útvega fleiri serlæknar fyri, og harumframt er peningur settur av, soleiðis at Landssjúkrahúsið kann lata eina skurðstovu upp afturat.

 

Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri 16 milliónum afturat næsta ár, fyri at sleppa undan sparingum. Men ætlanin er bara at játta 14,2 milliónir krónur. Men Sirið Stenberg sigur, at tað er tí, at lagt er ikki upp fyri lønarhækkingum í seinasta ársfjórðingi næsta ár. Nýggir sáttmálar koma í gildi í oktober næsta ár og øll fíggjarlógin er gjørd soleiðis, at onki er sett av til lønarhækkingar í seinasta ársfjórðingi.

 

Tað er eisini fyri ikki at geva fakfeløgunum eina ábending um, hvørji lønarkrøv, tey kunnu seta, leggur Sirið Stenberg afturat.

 

Hon leggur afturat, at tað er eitt samt landsstýrið, sum vil hækka játtanina til Landssjúkrahúsið næsta ár, men nú liggur avgerðin so í hondunum á Løgtinginum.