Hava bjóða Signhild V. Johannesen borgarstjórasess

Fólkaflokkurin í Klaksvík hevur bjóða Signhild V. Johannesen borgarstjórasessin, um Javnaðarflokkurin er sinnaður at gera eina samgongu við Fólkaflokkinum. Tað váttar Gunvá við Keldu.

 

- Ja, vit hava bjóða Javnaðarflokkinum eitt samstarv, men tey siga, at tey hava lovað sitandi meirluta at hava eina samráðing. Tey møtast fyrst og síðani taka vit tað harfrá, sigur Gunvá við Keldu.

 

Gunvá við Keldu sigur, at hon hevur ikki góðar vónir um at fáa Javnaðarflokkin við uppá eitt samstarv, hóast tey hava bjóða Javnaðarflokkinum góðar treytir. Hon vil tó ikki avvísa tí fyrrenn meirlutin hevur undirskriva eitt eitt formligt samstarv.