Nú skal Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiða frá, hvussu tað gongur at avgreiða kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir
Tað er Høgni Hoydal, sum reisir málið enn einaferð, eftir at tað dregur út at fáa tikið støðu til, hvør skal fáa hesar kvoturnar. Hann vísir á, at lógin varð samtykt í desember 2019, men nú skriva vit september 2021, men enn eru tær ikki avgreiddar. Hann sigur, at lýst hevur verið eftir umsóknum fleiri ferðir, og helst eru fleiri, sum bíða eftir svari.
Sostatt spyr hann, hví eru hesar kvotur ikki avgreiddar og hvussu landsstýrismaðurin heldur, at tær kunnu gagnnýtast í ár, nú vit eru komin út í september mánað?
Í hesum sambandi spyr hann landsstýrismannin eisini, hvat fer fram á fyrisitingarliga økinum, og møguliga eisini politiskt, í hesum máli, har stór virði liggja í leysum lofti, sum hann málber seg.
Tí spyr hann landsstýrismannin, hvussu langt síðani tað at fyrstu umsóknirnar um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir komu inn til Fiskimálaráðið, og hvussu nógvar umsóknir eru komnar.
Hann spyr eisini um Fiskimálaráðið hevur viðgjørt umsóknirnar og um nakrar fyrisitingarligar ella fakligar niðurstøður eru um, hvørjar umsóknir eiga at játtast. Og eru hesar niðurstøður gjørdar, vil Høgni Hoydal hava at vita um Jacob Vestergaard fer at fylgja fylgja fyrisitingarligu og fakligu tilmælunum.
Jacob Vestergaard skal eisini greiða frá um hann hevur viðgjørt málið munnliga við løgmann, og onnur landsstýrisfólk, ella við tingfólk í samgonguni.