Tað eru 21 ár síðani, at samstarv tók seg upp ímillum Hanus G og kórið, Cantabile, men tað er ikki fyrrenn nú, at tey hava fingið í lag at geva fløgu út.
Og hon kemur út seinni í ár, men hon verður tikin upp á tveimum konsertum í Múllers Pakkhúsi fríggjakvøldið 14. februar
Tey hava avgjørt at hava kærleiksyrkingar sum felagsnevnara í einari fløguútgávu.
- Tað skuldi vera einfalt og vakurt. Tað góða huglagið skal fáast fram, og tað skal hoyrast, hvat yrkingin snýr seg um. Tað er einfalt á tann hátt, at tað verður djúpa og kensluborna røddin hjá Hanusi, gittarin og røddirnar hjá 17 kvinnum, sum koma at skapa ljóðmyndirnar í Pakkhúsinum, siga fyrireikararnir.
Í kórinum eru 17 kvinnur. Fleiri teirra eru kendir sangarar frá ymiskum ørðum høpum. Nevnast kunnu eitt nú Unn Paturson, Malan Eyðunsdóttir, Eyð Berghamar og Arina Bischoff, ið allar eisini eru navnframir solistar, og úr Danmark kemur Gunhild Andreasen at vera við eftir nógv ár í útlegd.
Men tað er Hanus G. Johansen, sum hesaferð er einsamallur solistur, og kvinnurnar eru í hesari útgávuni hansara einasta ljóðmynd, saman við einsamalla gittaranum.
|









