- Vit arbeiða framvegis við møguleikanum at taka pengarnar úr føroysku bankunum.
Tað staðfestir Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Seinastu árini hava bankarnir latið alsamt fleiri bygdardeildir aftur og fyri stuttum fleyt yvir, tá ið aftur fleiri deildir lótu aftur.
Tá tók Pauli Petersen stig til, at føroysku kommunurnar skuldu revsa føroysku bankarnar við at taka pengarnar út og ístaðin finna sær aðrar fíggingastovnar at samstarva við.
Tað fekk hann undirtøku fyri á fundi í Føroya Kommunufelag og síðani hava tey arbeitt við málinum.
Vit hava fyrireikað málið og vit hava sent fyrispurningar út til fíggingastovnar í Føroyum og uttanlands, sigur hann.
Hann sigur, at tey hava biðið um tilboð upp á fíggja eitt lán upp á 200 milliónir til nakrar føroyskar kommunur.
Hann vil ikki siga, hvørjar stovnar og bankar, talan er um.
- Men tað vit hava biðið føroyskar og útlendskar fíggingarstovnar um, er, hvørja rentu, og aðrar treytir vit høvdu fingið, um vit høvdu savnað eina pulju upp á 200 milliónir og fíggjaðu alt í einum og sama stovni.
Hann sigur, at hann tað eru nakrar kommunur, sum eru saman um hetta.
Men hann er sannførdur um, at fleiri kommunur fara at koma upp í, tá ið tilboðið verður meiri ítøkiligt.
Hann væntar, at tey hava fingið greiði á støðuni, áðrenn hesin mánaðurin er farin og tá fara tey at arbeiða víðari við málinum og helst fáa fleiri kommunur við.