Tær báðar nývaldu tingkvinnurnar, sum eisini sita í Tórshavnar Býráð, hava biðið um farloyvi Á løgtingsvalinum leygardagin vóru bæði
Katrin Dahl Jakobsen og Annika Olsen valdar á ting.
Katrin Dahl Jacobsen er vald fyri Javnaðarflokkin og Annika Olsen er vald fyri Fólkaflokkin.
Tær eru eisini limir í Tórshavnar Býráð og nú er greitt, at tær vera ikki aftur at síggja í býráðnum í hesum valskeiðnum, sum endar 31. desember.
Heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu skrivar, at tær hava báðar søkt um farloyvi frá býráðsarbeiðinum, tað, sum eftir er av býráðssetuni.
Katrin Dahl Jacobsen umboðar Javnaðarflokkin í býráði og Løgtingi, og Annika Olsen umboðar Fólkaflokkin.
Á fundi hóskvøldið fer Tórshavnar býráð at taka støðu til umsóknirnar, men tað plagdi bara vera ein avgreiðsluspurningur.
Varalimirnir, ið koma í býráðið, um umsóknirnar verða játtaðar, eru eisini kvinnur. Fyri Katrina Dahl Jakobsen er Halla Samuelsen varalimur, og fyri Anniku Olsen er Inga Dahl varalimur. Tær hava báðar fyrr havt sæti í býráðnum sum varalimir.