At prenta bløð í Føroyum er ein aldargomul vinna – men á ólavsøku er tað liðugt. Tað letur einasta prentsmiðja í landinum, Prentmiðstøðin í Havn, nevniliga aftur og fólkini, sum starvast har, missa starvið. Men sostatt ber heldur ikki til at prenta bløð í Føroyum longur.
Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, og nevndarlimur í Prentmiðstøðini, sigur, at tað hevur gingið aftur á í fleiri ár og nú er raksturin so vánaligur, at hann gevur hall, og so er eingin vegur aftur enn at lukkað. Hann sigur, at hetta hevur verið eitt rák tey hava sæð seinastu árini, at bløðini eru nógv færri enn tey hava verið, so upplagið er minkað.
Men hann sigur, at tað hevur skundað nógv undir ta vánaligu gongdina, at tænastan frá almenna partafelagnum, Posta, er alsamt versnað. Fyrst gavst Posta at bera bløð út leygardagar og tað gjørdi at bløðini, serliga Dimmalætting, mistu ein hóp av haldarum.
Men síðani tók Posta sær ta frælsið at hækka prísim eino 300 prosent fyri at bera bløð út mitt í viku og tað tók alt grundarlagið undan bløðunum mitt í viku. Og politikarar hava givið Posta fríar ræsur at virka og avleiðingin tað er hetta, sum hevur beint fyri hesum yrkinum í Føroyum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jonhard Hammer greiða frá støðuni í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.