Hava bara valt 25 kvinnur á ting

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR: Hóast kvinnur hava havt valrætt og valbæri í 101 ár, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk

Hóast valrætt í 102 ár, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk

 

Eirikur Lindenskov

 

Hóast kvinnur hava havt valrætt og kunna stillað upp til løtingsval í 100 ár, so tók tað 62 ár hjá føroyingum at venja seg so væl við tankan um, at kvinnur vórðu valdar í løgtingið.

 

Tað hendi á løgtingsvalinum 7. november í 1978, tá Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting í Suðurstreymoyar valdømi.

 

Men Jona Henriksen hevði sitið á tingi valskeiðið frammaundan. Hon stillaði upp til løgtingsvalið í 1974 og fekk næstflestar atkvøður. Jákup Lindenskov varð afturvaldur, men tá hann helt fram í landsstýrinum, tók Jona Henriksen sæti fyri hann í løgtinginum frá 1975 til løgtingsvalið í 1978.

 

Fyrsta kvinna, sum hevur møtt á tingi var Malla Samuelsen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum kom inn nakrar dagar í 1964 sum eykafólk fyri Marius Johannesen.

 

Men tað er altso ikki fyrr enn í 1975, at ein kvinna, Jona Henriksen, hevur fast sæti í tingsalinum.

 

Í 1978 varð løgtingsvallógin broytt soleiðis, at talið av valdømisvaldum tingfólkum verður økt úr 20 upp í 27. Talið á eykamandatum verður samstundis lækkað úr 10 niður í 5. Eftir hetta varð talið av løgtingsfólkum altíð 32. Frammanundan var talið skiftandi. Tá lógin um eitt valdømi kom í gildi í 2008, varð tingfólkatalið hækkað til 33.

 

Broytingin í 1978 førdi við sær, at 8 valdømisvald fólk skuldi veljast í Suðurstreymoy. Og júst í Suðurstreymoy var møguleikin størstur at fáa kvinnur valdar, tí hetta var fólkaríkasta valdømi.

 

Og soleiðis var longu í 1978, tá Jona Hendriksen varð vald sum nummar tvey hjá Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro sum nummar tvey hjá Tjóðveldisflokkinum.

 

Í 1980 røkk Jona Henriksen ikki øðrum plássi, tí tá varð hon yvirhálað av Jóannes Dalsgaard. Jona Henriksen gjørdist nummar trý á listanum, og møtti av og á sum varafólk. Karin Kjølbro var einsamøll kvinna á tingi frá 1984 til 1988.

 

Á løgtingsvalinum í 1988 verður Karin Kjølbro afturvald. Hesaferð hevur Tjóðveldisflokkurin tvær kvinnur í fremstu røð, tí á fyrsta plássið verður Jóngerð Purkhús vald. Og tá verður eisini Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum vald. Tí eru tríggjar kvinnur í løgtinginum valskeiðið frá 1988 til 1990.

 

Á valinum í 1990 verða tríggjar kvinnur valdar: Lisbeth L. Petersen, Marita Petersen og Helena Dam á Neystabø, allar úr Suðurstreymoyar valdømi.

 

Í 1994 verða umframt tær tríggjar, sum vórðu valdar í 1990, eisini valdar Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina. Hon er vald í Suðuroy og Maria Hansen í Vestmanna. Nú eru fyri fyrstu ferð kvinnur valdar uttan fyri Suðurstreym.

 

Í 1998 minkar talið aftur niður á tríggjar kvinnur, sum allar eru valdar í Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Lisbeth L. Petersen og Katrin Dahl Jakobsen.

 

Í 2002 verða aftur fýra kvinnur valdar – allar úr Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Kristina Háfoss, Katrin Dahl Jacobsen og Lisbeth L. Petersen.

 

Í 2004 minkar talið niður á tríggjar: Lisbeth L. Petersen, Heidi Petersen, vald í Norðstreymoy, og Annita á Fríðriksmørk.

 

Eftir at Føroyar gjørdist eitt valdømi í 2008 fingu kvinnur frægari atgongd til løgtingið, tí tá varð talið av kvinnu meira enn tvífaldað til sjey kvinnur: Katrin Dahl Jacobsen, Annika Olsen, Annita á Fríðriksmrøk, Helnda Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen, Bjørt Samuelsen og Bergtóra Høgnadóttir.

 

Í 2011 øktist kvinnuumboðanin aftur. Tá vóru 10 kvinnur valdar: Annika Olsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Rósa Samuelsen, Edva Jacobsen, Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss, Bjørt Sameulsen, Gunvør Balle og Sirið Stenberg.

 

Á seinasta løgtingsvali, sum var 1. september í 2015 vóru aftur 10 kvinnur valdar: Annika Olsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Sonja Jógvansdóttir, Eyðgunn Samuelsen, Rigmor Dam, Sirið Stenberg, Kristina Háfoss, Annita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg og Hanna Jensen.

 

 

 

 

Kvinnur á tingi í bókstavarøð:

 

 

1

Annika Olsen 2008-

2

Annita á Fríðriksmørk 1998-2011 og 2015-

3

Bergtóra Høgnadóttir 2008-2011

4

Bjørt Samuelsen 2008-2015

5

Edva Jacobsen 2011-2015

6

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 2011-

7

Eyðgunn Samuelsen 2011-

8

Gunvør Balle 2011-2015

9

Hanna Jensen 2015-

10

Heidi Petersen 2004-2008

11

Helena Dam á Neystabø 1990-2002 og 2008-2011

12

Ingeborg Vinther 1994-1998

13

Jona Henriksen 1978-1980

14

Jóngerð Purkhus 1988-90

15

Karin Kjølbro 1978-1990

16

Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004 og 2008-2011

17

Katrin Kallsberg 2015-

18

Kristina Háfoss 2002-2004 og 2011-

19

Listbeth L. Petersen 1990-2008

20

Maria Hansen 1994-1998

21

Marita Petersen 1988-1998

22

Rigmor Dam 2011-

23

Rósa Samuelsen 2008-2011

24

Sirið Stenberg 2011-

25

Sonja Jógvansdóttir 2015ø

26

Eykafólk: Hildur Patursson 1993-94

27

Eykafólk: Jóna Mortensen 2011-2015

28

Eykafólk: Kristianna Winther Poulsen 2013 og 2015-

29

Eykafólk: Óluva Klettskarð 2015-

30

Eykafólk: Rúna Sivertsen 1998-2004

31

Eykafólk: Ruth Vang 2015-

 

 

 

Føroya Landsstýri 15. september 2015 

4 kvinnur:

Rigmor Dam

Eyðgunn Samuelsen

Kristina Háfoss

Sirið Stenberg

 

Føroya Landsstýri 14. november 2011 -15.september 2015 

1 kvinna:

Annika Olsen

 

Føroya Landsstýri 26. september 2008 - 14. november 2011

2 kvinnur:

Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - mentamál

Annika Olsen, lstk. ff. - innlendismál

 

Føroya Landsstýri 4. februar 2008 - 26. september 2008

3 kvinnur:

Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - løgmál

Kristina Háfoss, lstk. tj. - mentamál

- frá 30. august 2008: Óluva Klettskarð

Bjørt Samuelsen, lstk. tj. - vinnumál

 

Føroya Landsstýri 3. februar 2004 - 4. februar 2008

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 6. juni 2002 - 3. februar 2004

1 kvinna:

Annlis Bjarkhamar

- frá 17. september 2003: Annita á Fríðriksmørk

 

 

Føroya Landsstýri 15. mai 1998 - 6. juni 2002

1 kvinna:

Helena Dam á Neystabø, lstm., sj. - almanna- og heilsumál

 

Føroya Landsstýri 11. juni 1996 - 15. mai 1998

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 10. september 1994 – 11. juni 1996

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 24. apríl 1993 - 10. sept. 1994

1 kvinna:

Marita Petersen, løgm., jv. - Uttanlandsmál og løgmál

 

Føroya Landsstýri 15. jan. 1991 - 24. apr. 1993

1 kvinna:

Marita Petersen, lstm., jv. - Mentanar-, skúla- og løgmál

 

Føroya Landsstýri 22. juni 1989 - 15. jan. 1991

1 kvinna:

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Búskapar-, samferðslu-, og norðurlandamál

 

Føroya Landsstýri 18. jan. 1989 - 22. jun. 1989

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 5. apr. 1988 - 18. jan. 1989

2 kvinnur:

Karolina Petersen, lstm., fr. - Almanna- og kommunumál

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál

 

Føroya Landsstýri 10. jan. 1985 - 5. apr. 1988

1 kvinna:

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál

 

Føroya Landsstýri 5. jan. 1981 - 10. jan. 1985

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 23. jan. 1979 - 5. jan. 1981

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 11. jan. 1975 - 23. jan. 1979

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 12. des. 1970 - 11. jan. 1975

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 19. nov. 1968 - 12. des. 1970

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 12. jan. 1967 - 19. nov. 1968

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 4. jan. 1963 - 12. jan. 1967

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 9. jan 1959 - 4. jan. 1963

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 18. des. 1954 - 9. jan. 1959

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 15. des. 1950 - 18. des. 1954

0 kvinnur

 

Føroya Landsstýri 12. mai 1948 - 15. des. 1950

0 kvinnur

 

 

Kvinnur í landsstýrinum:

1

Annika Olsen

2

Annita á Fríðriksmørk

3

Annlis Bjarkhamar

4

Bjørt Samuelsen

5

Eyðgunn Samuelsen

6

Helena Dam á Neystabø

7

Jóngerð Purkhús

8

Karolina Petersen

9

Kristina Háfoss

10

Marita Petersen

11

Óluva Klettskarð

12

Rigmor Dam

13

Sirið Stenberg

14

Rósa Samuelsen