Hava bara valt 25 kvinnur á ting

Hóast valrætt í 100 ár, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk.

 

Tað tók føroyingum 62 ár frá tí at kvinnur í apríl 1916 fingu valrætt og valbæri, til fyrstu kvinnurnar vórðu valdar á ting í 1978.

 

Tað hendi á løgtingsvalinum 7. november í 1978, tá Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting í Suðurstreymoyar valdømi.

 

Jona Henriksen hevði sitið á tingi valskeiðið frammanundan. Hon stillaði upp til løgtingsvalið í 1974 og fekk næstflestar atkvøður, men tók sæti á tingi fyri Jákup Lindenskov, sum helt fram í landsstýrinum eftir valið í 1975.

 

Fyrsta kvinna, sum hevur møtt á tingi var Malla Samuelsen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum kom inn nakrar dagar í 1964 sum eykafólk fyri Marius Johannesen.

 

Í dag eru 100 ár síðani seinasta løgtingsval, tá kvinnur ikki kundu stilla upp. Frá 1906 til 1916 varð løgtingsval hildið annaðhvørt ár upp á skift sunnanfjørðs og norðanfjørðs. Frá valinum í 1918 var hetta broytt til, at løgtingsval var um alt landið í senn.

 

Kvinnur sluppu fyri fyrstu ferð at velja á valinum í 1916. Úrslitið av løgtingsvalinum í 1918 var, at Sjálvstýrisflokkurin fyri fyrstu ferð vann á Sambandsflokkinum. 20 mans vóru valdir á ting, 11 sjálvstýrismenn og 9 sambandsmenn.

 

Kvinnur á tingi í bókstavarøð:

 

 

1

Annika Olsen 2008-

2

Annita á Fríðriksmørk 1998-2011 og 2015-

3

Bergtóra Høgnadóttir 2008-2011

4

Bjørt Samuelsen 2008-2015

5

Edva Jacobsen 2011-2015

6

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 2011-

7

Eyðgunn Samuelsen 2011-

8

Gunvør Balle 2011-2015

9

Hanna Jensen 2015-

10

Heidi Petersen 2004-2008

11

Helena Dam á Neystabø 1990-2002 og 2008-2011

12

Ingeborg Vinther 1994-1998

13

Jona Henriksen 1978-1980

14

Jóngerð Purkhus 1988-90

15

Karin Kjølbro 1978-1990

16

Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004 og 2008-2011

17

Katrin Kallsberg 2015-

18

Kristina Háfoss 2002-2004 og 2011-

19

Listbeth L. Petersen 1990-2008

20

Maria Hansen 1994-1998

21

Marita Petersen 1988-1998

22

Rigmor Dam 2011-

23

Rósa Samuelsen 2008-2011

24

Sirið Stenberg 2011-

25

Sonja Jógvansdóttir 2015-

26

Eykafólk: Hildur Patursson 1993-94

27

Eykafólk: Jóna Mortensen 2011-2015

28

Eykafólk: Kristianna Winther Poulsen 2013 og 2015-

29

Eykafólk: Óluva Klettskarð 2015-

30

Eykafólk: Rúna Sivertsen 1998-2004

31

Eykafólk: Ruth Vang 2015-