Vit hava bara selt eini 30 kilo. Tað sigur Dorthea Joensen á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Í summar hevur Búnaðarstovan tikið ímóti 23,7 tonsum av upp frá føroyskum bøndrum. Síðani er ullin skild og pakkað, og hesa seinastu tíðina hevur tað borið til hjá fólki at keypa av ullini í smásølu, men tey mugu ásanna, at áhugin hevur ikki verið nakað serligur.
Hesa fyrstu tíðina selur Búnaðarstovan ullina í smásølu, heilt niður í 10 kilo fyri at geva smáum virkjum, og einstaklingum við áhuga fyri binding, og við áhuga fyri at tilvirka ull annars, ein møguleika at fáa eina hóskandi nøgd. Fyrstafloks ull varð seld fyri 50 krónur kilo og restin, varð selt fyri 25 krónur kilo.
Tað hepnaðist kortini bara at selja eini 30 kilo, og tað samsvarar illa við tað, at fólk gremja seg mangan um, hvussu ringt tað er at fáa fatur á ull. Men Dorthea Joensen heldur, at ein forkláring er helst, at tey, sum hava áhuga fyri at fáa ull, eru farin beinleiðis til bóndan at biðja um ull.
Nú smásølan er endað, verður øll ullin boðin út í einum til hægstbjóðandi. Tað gjørdu tey eisini í fjør, og tá var tað Navia, sum keypti alla ullina í kapping við nakrar heilt fáar aðrar tilboðsgevarar.
Av teimum 23,7 tonsunum av føroyskari ull, tey fingu í summar, eru 17,7 tons fyrstafloks ull, og restin, seks tons, er annaðfloks ull, ið kann brúkast til grovari hondarbeiðið, ella til at fylla í pútir og annað. Ullin er skild í seks ymiskar litir, svart, hvítt, ljósamorreytt, ljósa- og myrkagrátt og flekkutt.