Nevningatingið í dag hevur mest snúð seg um teknisku kanningarnar hjá danska Rejseholdet av húsunum hjá Pidda, av húsunum, har ákærdi búði tiil leigu, av funnum klæðum og av Skoda bilinum.
Blóð varð funnið í Skodabilinum, og ákæruvaldið heldur, at líkið av Pidda varð flutt burtur í hesum bilinum.
Danski kriminalmaðurin, sum gjørdi kanningarnar segði í byrjanini av frágreiðing síni, av tað hevði gjørt kanningarnar so nógv torførari, at fleiri fólk høvdu verið inni í húsunum hjá Pidda, áðrenn politiið fór inn at kanna húsini.
Hann greiddi gjølla frá teimum ymisku mátunum at kanna blóð og áseta DNA hjá tí ákærda og hjá Pidda í húsunum í Runavík.
Hóast vaskað varð ymsa staðni, vóru leivdir av blóði funnið allastaðni, líka frá garasjuni, upp ígjøgnum trappurnar, í stovuni, gongini, baðiverilsinum og á karmarinum.
Á Nesi vóru fleiri blóðdálkað klæðir funnin, og har varð millum annað funnin ein jakki, sum kundi bent á, at tann sum hevur verið í jakkanum, hevur drigið eitt bløðandi fólk.
Í Skodabilinum, sum fyrrverandi kona Pidda átti, men sum ákærdi koyri í, var eisini nógv blóð, men eyðsýnt var, at roynt hevur verið at vaskað blóðið burtur. Tað var tó ikki gjørt nóg væl.
Út frá øllum kanningunum metti danski kriminalpolitisturin um, hvat kann vera hent:
Ein ógvuslig hending er farin fram í kamarinum hjá Pidda, sum síðan er drigin út á gongina, oman gjøgnum trappurnar og út í bilin.
Einki annað enn blóð av Pidda er funnið.
Maðurin kundi ikki siga, um Piddi hevur verið deyður beinanvegin.
Nevningatingið heldur fram mánadagin.










