Havnar Badmintonfelag skipar aftur í ár fyri badmintonskúla í Havn. Spælt verður í Badmintonhøllini í Gundadali.
Badmintonskúlin í ár verður frá mánadegi 8. juli til og við fríggjadag 12. juli, sum er onnur vikan í summarfrítíðini hjá skúlabørnunum.
- Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton, siga fyriskipararnir.
Tað er 7. árið á rað at skipað verður fyri Badmintonskúla, og hvørt ár hevur verið fultteknað. Avmarkað er, hvussu nógv børn kunnu sleppa við, men HBF roynir at loyva 80 børnum framat.
Badmintonskúlin er skipaður soleiðis, at hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl.
- Liðini verða býtt í víðarikomin og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við. Alt hetta tilsamans verður ein uppliving, sum børnini fara at minnast leingi. Børnini koma at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna, og fríggjadagin enda vit so við einum hugna- og kappingardegi, siga fyriskipararnir.
Í ár eru tað Jacob Stensdal úr Århus og Bjørg Djurhuus, sum eru høvuðsvenjarar. Báðir venjarar hava drúgvar royndir. Millum annað hevur Jacob Stensdal fyriskipað fleiri legur og stór tiltøk í Danmark.
Tilmeldingin til ársins badmintonskúla er byrjað og fer fram til og við 1. juli.