Hava býtt um dyst

KÍ og AIK Stokkhólm hava avgjørt at býta um heima- og útidyst í Europa League.

Lutakast hevur í dag verið um hvussu spælast skal í fyrstu umførunum av Europa League, og har gjørdist tað greitt, at KÍ skal spæla ímóti svenska felagnum AIK Stokkhólm.


Trupulleikar stungu seg upp, tí at um AIK Stokkhólm trekti heimavøll fyrst, so kundu teir ikki spæla á heimavøllinum, Friends Arena, tí at Guns N' Roses spælir har ásetta dagin, sum er 29. juni.


Tað var júst tað, sum hendi, men nú hava feløgini loyst trupulleikan við at býta um heima- og útidyst. Tað skrivar Norðlýsið í dag.


Fyrri dysturin ímillum KÍ og AIK Stokkhólm verður tískil spældur á Ovara Vølli í Gundadali 29. juni, meðan seinni dysturin verður spældur á Friends Arena 6. juli.