Hava býtt 4,5 milliónir kring landið

Tey, sum fáa mest, fáa 250.000 krónur

Koronastuðulin til ítróttin er nú býttur út millum 43 ítróttafeløg. Og nú er tað greitt, at Ítróttafeløgini kring landið fáa 90 prosent aftur av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av koronatiltøkunum, sum vórðu sett í verk frá 12. mars - 30. juni. Tilsamans eru tað 43 feløg, sum fáa stuðul, sigur ÍSF í eini fráboðan.

Løgtingið setti fýra milliónir krónur av til korona stuðul til ítróttin, og henda upphæddin røkkur til at endurrinda ítróttafeløgunum 90 prosent av mistum inntøkum.

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul tí at ítróttatiltøk vóru avlýst, ella nógv avmarkað, sum ein avleiðing av almennu koronu tilmælunum.

ÍSF sigur, at 45 feløg brúktu møguleikan og tey søktu um tilsamans 6,6 milliónir krónur. Men eftir reglugerðini høvdu 43 feløg rætt til stuðul upp á tilsamans 4,5 milliónir krónur. Tær fýra milliónir krónurnar, sum løgtingið markaði til korona stuðul, svara sostatt til, at ítróttarfeløgini fáa 90 prosent av mistum inntøkum aftur.

Felagið, sum fær mest, fær 250.000 krónur aftur. 

 Eitt fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv tey ymsu feløgini hava fingið, sæst her