Men um fostrini skulla hava rættindi, skulla børnini væl eisini hava tað. Og hvussu er tað við átrúnaðarlig rættindi og frælsi hjá børnum? Í nógvum familjum í Føroyum verður lagt ógvuligan stóran dent á, at børnini hava somu trúgv sum foreldrini. Men er tað rímiligt í einum frælsum og demokratiskum samfelagi? Tí tað kann ikki vera rætt, at vit eru kristin ella muslimar, tí familjan kanska hevur indoktrinerað og hjernavaskað okkum ella hava valt átrúnaðin fyri okkum. Nei, vaksin fólk eiga sjálvi at velja sína trúgv, sum er best fyri tey - og familian og trúarsamfeløg eiga at viðurkenna tey, um tað so blívur ein onnur trúgv.
Tað er óhugnaligt, tá nøkur børn blíva so sálarliga oyðiløgd av fanatiskum átrúnaði, at tey ikki tora at kanna aðrar trúðargreinir, tí tey eru bangin fyri avleiðingarnar. Samfelagið eigur tí at ansa nógv betur eftir børnunum, so tey sjálvi kunna verða før fyri at velja sín átrúnað - eisini tá tey verða vaksin.