Hava búð í kloakkini í 22 ár

Í samfull 22 ár hava hjúnini Miguel Restrepo og Maria Garcia búð í einari kloakk undir tí næststørsta býnum í Kolombia, Medellin.

Í einum rúmi, sum er fimm fermetrar og 1,40 metur til hæddar, hava tey innrættað eina íbúð við einum køksblussi, song og einum lítlum sjónvarpi. Hóast plássið er avmarkað, hava tey pláss til hundin Blackie.

Miguel Restrepo og Maria Garcia eru skrásett sum heimleys. Kommunan hevur fullan rætt til at koyra tey upp úr kloakkini, men hevur valt at lata tey sleppa at búleikast har.