Hava bíðað í nógv ár - nú verður spakin settur í

Um gott tvey ár kann fyrsti hoyvíkingurin verða jarðaður í Hoyvík

 

Í rættiliga nógv ár hevur verið arbeitt við at fáa ein kirkjugarð í Hoyvík.

 

Og nú er tað loksins komið hartil, at spakin verður settur í jørðina.

 

Tað verður nú seinnapartin í dag, at fyrsta flagið verður loyst oman av í sambandi við arbeiðið at gera nýggjan kirkjugarð í Hoyvík, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Arbeiðið kostar einar fýra milliónir, tí tað er rættiliga nógv jørðarbeiði, av tí at tað skal drenast rættiliga væl áðrenn kirkjugarðurin kann takast í nýtslu.

 

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini sigur, at arbeiðið tekur gott tvey ár, áðrenn kirkjudagurin kann takast í nýtslu.

 

Í fyrstu syftu verður pláss fyr 200 leiðum, men tað er sum einki pláss fyri at byggja kirkjugarðin út til eini 500 leiði.

 

Kirkjugarðurin er omanfyri býlingin Inni á Gøtu. Hann er einar 900 metrar frá Hoyvíkar Kirkju, so tað fer at bera væl til at fylgja til gongu.

 

- Ætlanin er at gera ein hugnaligan kirkjugarð, ið minnir um eina lund, sigur Tróndur Sigurðsson.