Hava bíðað í fleiri ár eftir sunnudegnum

Men nú kemur hann, lovar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Útróður

Útróðrarmenn eru nú rættiliga ótolnir eftir at politikararnir halda síni lyfti.
? Í fleiri ár hava politikararnir lovað okkum, sum hava útróðrarbátar undir 15 tons, at vit eisini skulu sleppa at rógva út sunnudag, sigur Mannbjørn Solmunde, útróðrarmaður á Tvøroyri.
Men tað sær ikki út til at tað blívur til nakað.
Støðan er tann, at útróðrarmenn við bátum undir 15 tons, hava ikki loyvi at rógva út sunnudag.
? Tú kanst sparka bólt og tú kanst selja rundstykki sunnudagar. Tú kanst eisini fiska akkurát, sum tú vilt sunnudag - bara báturin er størri enn 15 tons.
Mannbjørn Solmunde sigur, at hetta órógvar útróðrarmenn í ólukkumát.
Hann nevnir Norðhavið í ár, sum eitt dømi.
? Tað vísti seg, at sjey av átta sunnudøgum, vit vóru á Norðhavinum, var fínasta veður. Tá var tað svárt at noyðast at ganga og mala ímillum húsini á Eiði, heldur enn at sleppa til útróðrar, serliga tá ið tað annars viðraði ógvuliga illa, sigur hann.
? Tað vóru nógvur bátar, sum ikki høvdu meiri enn átta dagar tilsamans alla Norðahavstíðina, so tað er skilligt, hvussu illa tað kom við, at vit máttu liggja bundnir í fínasta veðri, bara tí at tað var sunnudagur.

Nú kemur hann
Men nú verður tað, at útróðrarbátar undir 15 tons eisini sleppa at rógva út sunnudagar.
Tað lovar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann sigur, at forboðið ímóti at fiska sunnudag, stendur í eini umfatandi kunngerð um fiskiskapin á landleiðini.
Ætlanin er at broyta alla kunngerðina og í tí sambandi verður bannið ímóti at fiska sunnudag, tikið av.
Landsstýrismaðurin sigur, at kunngerðin er komin ígjøgnum alla mylnuna og hon hevur eisini verið fyri í landssýrinum.
? Innanfyri 14 dagar, ella so verður hon klár at lýsa og so verður loyvt hjá øllum at fiska sunnudag, sigur Bjørn Kalsø.