Tað er stórur fótbóltsspenningur í Íslandi og serliga Keflavík í dag. 21. og næstsíðsta umfar í Landsbankadeildini er á skránni, og tað er møguleiki fyri, at Keflavík fyri fyrstu ferð síðani 1973 skal vinna meistaraskapin.
Símun Samuelsen og liðfelagarnir fáa seinnapartin vitjan av FH. Teir á Hafnafirði hava fleiri ferðir seinastu árini verið meistarar, og teir hava framvegis møguleikan at verða meistarar í ár, men møguleikin er ikki serliga stórur.
Um tað skal eydnast FH næsta leygardag at vinna meistaraheitið, so er treytin, at FH vinnur í Keflavík í dag, at FH mikudagin vinnur útsetta heimadystin ímóti Breiðablik, og at FH leygardagin vinnur á útivølli ímóti Fylkir.
Um tað ikki eydnast Keflavík at tryggja sær meistaraheitið á heimavølli ímóti FH í dag, so fáa Símun Samuelsen og teir nýggjan møguleika leygardagin, tá ið teir aftur skulu spæla í Kaplakrika. Tá verður tað Fram, sum fer at vitja.
Undan toppuppgerðini hevur Keflavík 46 stig fyri 20 dystir, meðan FH hevur 38 stig fyri 19 dystir.
Keflavík hevur fýra ferðir áður verið meistari: í 1964, 1969, 1971 og í 1973.
Tað er longu greitt, at ÍA á Akranesi næsta ár skal spæla í næstbestu deildini. Hetta er bara triðja ferðin í søguni, at stolta fótbóltsskútan á Akranesi flytir niður. Fyrsta ferðin var í 1967. Tá flutti ÍA beinanvegin upp aftur, og í 1970 vóru teir á Akranesi meistarar. Í 1990 flutti ÍA niður aftur. Árið eftir fluttu teir á Akranesi upp aftur, og so vórðu teir meistarar fimm ferðir á rað ? 1992-1996.