– Vit hava átta vikur at avgreiða keypið av Magn

Prísurin liggur um eina hálva milliard

– Vit hava verið við í sølutilgongdini hjá Skeljungi alla tíðina, og nú eru bara vit eftir.

 

Tað sigur Ben Arabo, sum er ein av monnunum aftan fyri nýstovnaða felagið, Sp/F Orkufelagið, sum hann hevur stovnað saman við Teiti Poulsen og Tommy Næs Djurhuus. Tað at bara Orkufelagið er eftir í samráðingunum merkir, at felagið hevur einkarrætt upp á at samráðast við íslendska Skeljung um sølu.

 

– Tað merkir, at vit hava fingið eksklusivitet í átta vikur at fáa alt upp á pláss, sigur Ben Arabo. Í hesar átta vikurnar skulu vit so fáa ein endaligan sáttmála upp á pláss. Vit eru komnir ásamt um høvuðstreytirnar og prís og annað, sigur Ben Arabo.

 

Skeljungur hevur upplýst í tíðindaskrivi, at talan er um áleið 10 milliardir íslendskar krónur. Tað er um 500 millónir krónur í okkara pengum.

 

– Ja tað er rætt, at prísurin liggur har á leið. Men so skal hann líka justerast fyri skuld og annað, sigur Ben Arabo.

 

– Tað eru vit tríggir, sum hava stovnað Sp/F Orkufelagið. Men nú skal alt fáast upp á pláss, og tað er klárt, at vit gera einki einsamallir, sigur Ben Arabo, sum ikki hevur so nógv annað at siga og annars vísir til tíðindaskrivið hjá Skeljungi.