- Hava arbeitt opið og konstruktivt

Fyrr í kvøld gjørdist greitt, at borgararnir í Hvalvík, Hósvík, Saksun og Streymnesi hava vrakað ætlanina hjá kommununi um at niðurleggja bygdaskúlarnar í Hósvík og Hvalvík, og heldur savna alt skúlavirksemi í einum felagsskúla á Oyrarbakka.


Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, tekur úrslitið til eftirtektar.


- Støðan nú er greið. Innskúlingin verður eftir í bygdunum, meðan restin verður flutt til Oyrarbakka.


Ein stórur partur av skúlavirkseminum verður tó fluttur, tí áðrenn fólkaatkvøðuna gjørdist greitt, at kommunan fór, við vælsignilsi frá Mentamálaráðnum, at flyta 4., 5., 6. og 7. flokkarnar til Oyrarbakka, óansæð hvat úrslitið gjørdist.


Spurdur um greiða úrslitið í kvøld møguliga kundi virka til, at man umhugsar tí støðuna, er borgarstjórin púra greiður.


- Vit halda fast við ætlanirnar at flyta 4., 5., 6. og 7. flokkarnar. Vit hava verið púra greið hvat vit hava arbeitt við, og hvat fólki tók støðu til á fólkaatkvøðuni. Tað er kanska enntá orsøkin til, at fólk atkvøddur fyri at varðveita skúlarnar. Tað at innskúlingin verður verandi í bygdini er helst orsøkin til, at fólk søgdu ja, tí kjakið hevur í stóran mun handla um tey smáu børnini.


Nakað av kritikki hevur verið at hoyra um, at kommunan ikki hevur verið nóg opin í teirra arbeiði, men tað kennist Heðin Zachariasen ikki við.


- Kommunan hevur arbeitt við hesum skúlabygnaðinum, ið vit halda vera rætta, og vit hava eisini havt fulla undirtøkuni frá skúlastýrunum fyri honum. Harumframt hava vit arbeitt soleiðis, at tað hevur verið greitt hvat vit ynsktu. Vit hava eisini skipað fyri eini rúgvu av fundum um málið, so eg haldi sjálvur, at vit hava arbeitt konstruktivt og opið við málinum.