Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri hevur fingið eina góða byrjan.
Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari, sigur, at tá ið virkið byrjaðu, høvdu tey sum mál at taka ímóti 20.000 tonsum av makreli frá 1. juli í ár til í juli næsta summar, tá ið makrelfiskiskapurin undir Føroyum byrjar aftur.
- Og nú fiskiskapurin í ár er um at vera av, hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri tikið ímóti 21.000 tonsum av makreli, ella 1000 meiri enn málsetningurin var.
Nú fiskiskapurin av makreli er við at vera av á hesum sinni, eru tey á Tvøroyri farin at fyrireika seg at taka ímóti sild, so tey vóna at kunna varðveita arbeiði á virkinum.
Nú er ein tvørleiki loystur og tað er, at vit hava ikki havt atgongd til tann ovurstóra russiska marknaðin, men tann trupulleikin er loystur nú og tað gevur aðrar og betri møguleikar, sigur virkisleiðarin á Varðanum á Tvøroyri.
Hann sigur, at sjálv framleiðslan hevur eisini gingið væl.
Virkið er bygt til at virka 600 tons um samdøgurið, men tað mesta, vit hava virkað eitt samdøgur,, er 658 tons, sigur hann.
- Tá ið samanhangandi arbeiði er, hava vit í miðal eina framleiðslu omanfyri 600 tons um samdøgurið, leggur hann afturat.
Arbeitt verður í vaktum og tað hevur ein kapping tikið seg upp ímillum vaktirnar um at framleiða mest, sigur virkisleiðarin.
Tey arbeiða alt samdøgurið, sjey dagar um vikuna í tveimum vaktum á 12 tímar.
So arbeiðsdagarnir eru langir, men kortini stendur ikki á at fáa arbeiðspláss og tey havba langan bíðilista við fólki, sum vil sleppa til arbeiðis.
Men lønin er nú heldur ikki so galin, tí tá ið samanhangandi arbeiðið er, liggur lønin omanfyri 10.000 krónur um vikuna.