Hava aftur valt Jørgen Niclasen til formann

Á landsfundi hjá Fólkaflokinum í gjár var Jørgen Niclasen afturvaldur til floksformann. Starvsnevndin var eisini afturvald.

 

– Landsfundur fólkafloksins var seinnapartin í gjár í skúlanum við Løkin. Óvanliga nógv fólk var møtt. Fyrrapartin var floksleiðslufundur, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

 

Í stavsnevndini hjá Fólkaflokkinum sita:

Aage Arnoldson, floksskrivari

Absalon í Buð, kassameistari

Inga Dahl, skrivari

Joan Neshamar

Janus Rein

 

Umframt tey, eru Jørgen Niclasen, floksformaður og Jákup Mikkelsen, tingmaður í starvsnevndini. Starvsnendin tekur sær av vanliga rakstrinum.

 

Floksleiðslan er hæsta vald í flokkinum. Har sita tvey umboð fyri hvørt limafelag, eisini ungmannafelagið HUXA og tingmanningin.