Eina ferð var ein politiskur flokkur í Føroyum, sum nevndist Sjálvstýrisflokkurin.
Og soleiðis kallaðist flokkurin í yvir 100 ár, men fyri tveimum árum síðani vildu tey geva flokkinum nýggjan samleika, og sostatt eisini nýtt navn, og tá varð avgjørt at flokkurin skuldi skifta navn til Nýtt Sjálvstýrið. Samstundis legði Kári P. Højgaard frá sær sum formaður og Jógvan Skorheim tók við.
Men Nýtt er ikki nýtt í allar ævir, og nú hevur flokkurin so aftur broytt navn. Í tíðindaskrivi í morgun siga tey, at tey hava havt landsfund, og har varð samtykt at fara aftur til gamla navnið, og sostatt eitur hann nú aftur bara Sjálvstýri.
Men samstundis skal stevnuskráin endurskoðast, so at hon er í størri samsvari við »nútíðar avbjóðingar«, sum tey siga.
– Flokkurin er í einari broytingartíð, og seinasta ári er tingmannatalið tvífaldað, so at tey nú hava tveir løgtingslimir. Samstundis sum flokkurin eisini er tvífaldaður í Klaksvíkar kommunu, har hann varð størsti flokkur á býráðsvalinum.