Tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt. Løgreglan sigur, at jólaborðhaldini eru byrjað, men tað hevur løgreglan ikki havt stríð av í nátt, tí sum heild hevur verið serstakliga friðarligt.
Men aftur í nátt hevur løgreglan lagt hald á hassj.
Løgreglan steðgaði einum ungum manni í nátt, og tá ið hann varð rannsakaður, fann løgreglan eina lítla nøgd av hassji uppi á honum. Talan var ikki um meirn enn áleið eitt gramm, so tað verður mett at hava verið til egna nýtslu, sigur løgreglan.
Men tey siga, at rúsevni eru rættiliga vanlig í náttarlívinum, tí hetta er 60. ferð higartil í ár, at løgreglan leggur hald á hassj.
Sostatt staðfesta tey, at hassj er næstan líka vanligt lógarbrot, sum so nógv annað.