Aftur í ár verður ein serlig gudstænasta fyri tey, sum koyra motorsúkklu. Hesa ferð verður MC gudstænastan, sum tey kalla tað, í Fríðrikskirkjuni á Toftum og tað verður seinnapartin leygardagin. Tað er aftur felagsskapurin, Cross-Bikers MC Føroyar, sum skipar fyri gudstænastuni, sum nú hevur verið í fleiri ár kring landið og í ár verður tað so í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har Ovi Brim fer at prædika.
Country- og bluegras-bólkurin, Blátt Gras, og Svein í Prestgarði, fara at syngja og spæla, men sálmasangur verður eisini á skránni, og, sum vant, endar gudstænastan við at tey syngja tjóðsangin. Gudstænastan er ikki bara fyri tey, sum koyra motorsúkklu, tí hon er almenn, og øll eru vælkomin.
Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum, har motorsúkklufelagið í Eyaturoy, EMC, hevur ein drekkamunni, áðrenn farið verður til hús.
Ætlanin er at hittast við Magnstøðina við Ringvegin í Havn á miðdegi leygardagin og so verður farið í felagskoyring inn á Toftir. Koyrt verður eftir tí gamla vegnum, norðureftir gjøgnum Sundalagið og á Oyrarbakka halda tey ein steðg.