Hava aðalorðaskifti um Arktis

Løgmaður leggur í dag fram frágreiðingina um Arktis

Løgmaður leggur á løgtingsfundinum í dag fram frágreiðingina “Føroyar – eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar”.

 

 

Frágreiðingin verður grundarlagið undir aðalorðaskiftinum um Arktis í løgtinginum í komandi viku.

 

 
Á várið 2012 tók landsstýrið stig til at gera eina útgreining, ið lýsir hvønn týdning broytingarnar í arktiska økinum væntandi fáa fyri Føroyar. Útgreiningin, ið fekk heitið “Føroyar – eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar” varð liðug í vár.

 


Aðalorðaskiftið um Arktis verður týsdagin 26. november.