Leygardagin verður 50 ára hátíðarhald á Leynavatni, Árið 1970 var nevniliga ein varði í søguni hjá Føroya Ríðingarfelag, tí hetta var fyrsta árið at skipað varð fyri kappríðing við Leynavatn - og um heystið var nýggja breytin við Marknagil í Havn tikin í nýtslu.
Síðani tá, hevur tað so verið kappast á hvørjum árið á hesum báðum breytum og leygardagin verður skipað fyri ríðikapping við Leynavatn.
Føroya Ríðingafelag sigur, at breytin við Leynavatn er tó ikki nøkur vanlig kappríðingarbreyt, tí dystast verður á sandinum og hann broytist frá ár til ár, og eisini frá dag til degi.
– Tí er sera umráðandi hjá reiðfólki at finna sær røttu leiðina heim eftir breytini, tí eru tey ov langt niðri, er tungt í váta sandinum og eru tey ov langt uppi, kann grúsið vera tungt at koma gjøgnum. Samstundis er eisini bogi á breytini, so longri niðan tú kemur, longri er eisini á mál.
– Reiðfólkum hava tó altíð dámt væl at ríða kapp við Leynavatn og hetta er ofta tann kappingin, har flest ross luttaka, sigur Ríðingarfelagið.
Tað er eisini vanligt, at nógv fólk eru og hyggja Fyrr vóru fleiri túsind fólk og hugdu, men aftaná at sjónvarpið og teldurnar komu, er talið minkað, men enn eru nógv sum hava sum fastan sið, at leita sær á Leynavatn, tá kappríðing er, sigur felagið
Reiðfólkini fara, sum vant, úr Havnardali og norður á Leynavatn fríggjakvøldið og so verður tjalda við Leynavatn.
– Aftaná kappríðingina leygardagin, er bál har grill og felagssangur er á skránni. Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur at í samband við 50 ára haldið, hava tey fingið Sámal Ravnsfjall og Signar í Homrum at spæla meðan bálið er.