Livar Nysted og hinir umborð á Avalon bátinum, sum rør úr Kanariuoyggjunum til Barbados, er nú farin at nærkast málinum í Port St. Charles.
Klokkan ellivu fyrrapartin hevði Avalon 367 fjórðingar eftir av teininum tvørtur um Atlantshavið.
Ætlanin var at rógva hendan teinin upp á 30 dagar, men veður og aðrar umstøður hava ikki verið Livari og teimum til vildar, og tí verður tað einki heimsmet á hesum sinni.
Roknað verður við, at Avalon kemur á mál hósdagin, skrivar heimasíðan Trip.fo, sum fylgir ferðini hjá Avalon.