Í fjør hevði Vága Floghavn 5,6 milliónir í halli. Tað er úrslitið, nú árið í fjør er gjørt upp. Og hóast tað ikki sær gott út, er veruleikin, at hallið í fjør var heilar 12 milliónir minni enn tað var í fyrrárið.
Men í einum tíðindaskrivi gera tey í Vága Floghavn vart við, at tað ber illa til at samanbera nakað við 2020, tí bæði í fyrrárið, og í fjør, varð raksturin illa darvaður av koronu.
Men verður samanborið við 2019, sum var tað seinasta, vanliga árið, var úrslitið í fjør 43,6 prosent verri enn tað var tá.
Tey gera eisini vart við, at ferðafólk verða tald báðar vegir. Eitt ferðafólk, sum kemur til Føroya at vitja, telur sostatt tvær ferðir.
##med2##
Tølini omanfyri hava sjálvandi sera stóra ávirkan á úrslitið – og nevndin er ikki nøgd við støðuna. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið vaks úr 24,3 milliónum í 2020, upp í 31,5 milliónir í fjør.
Starvsfólkakostnaðirnir lækkaðu úr 24,7 milliónum í 2020, niður í 21,8 milliónir í fjør. Við einum halli á 5,6 milliónir gjørdist árið í fjør ikki nøktandi.
Hóast úrslitið ikki er nøktandi hevur Vága Floghavn tríggjar verkætlanir í umbúna fyri at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki. Ein útbygging er, at umstøðurnar at taka ímóti viðføri, skulu byggjast út og farið verður eisini undir eina nýggjar tanga til brennievni til flogfør er í gerð. Somuleiðis verða fleiri eins standpláss gjørd til flogfør.