Fylgisveinamyndir vísa, at havísurin í Grønlandsfjørðinum er farin at nærkast Íslandi. Myndir, sum fylgisveinar tóku í gjár, vístu, at tá var havísurin 50 fjórðingar úr Straumnesi, sum er á útnyrðingshorninum í Íslandi. Íslendska veðurstovan hevur tí ávarað um, at einstakir ísflakar kunnu reka inn á fiskileiðirnar úti fyri Vestfirðum.
Veðurstovan sigur í einari fráboðan, at skip, sum sigla úti fyri Vestfirðum, eiga at vera varin, tí hóast sjógvurin er rættiliga lýggjur, og hóast havísurin er langt úr landi, kunnu einstakir ísflakar reka inn ímóti landi. Sambært veðurstovuni liggur sjóvarhitin úti fyri Vestfirðum millum fýra og fimm stig í løtuni.










