36 tímar eftir at hann fór úr Lerwick úr Hetlandi, kom Hauge í Gongini Djernis til Havnar. Stutt eftir at hann var komin, kom skipið Torshavn til Tvøroyarar. Torshavn hevði saman við fleiri øðrum træseglskipum verið í Danmark og hátíðarhildið Merkið.
Tað var seinnapartin fríggjadagin, at hann fór úr Hetlandi og setti kós móti Føroyum. Ferðin hjá Hauge í Gongini Djernis byrjaði í Keypmannahavn 3. mai, tá ið hann fór úr danska høvuðsstaðnum. Hann sigldi til Norðursælands, áðrenn hann fór yvirum til Svøríki. Haðani fór hann tvørtur um Skagerak og kom til Risør í Norra. Síðani hevur hann siglt innanskers í Norra, til hann kom til Haugesund. Frá Haugesund sigldi hann til Lerwick í Hetlandi, har hann hevur dvølt í eina góða viku.
##med2##
Hauge í Gongini Djernis er 22 ára gamal og hálvur føroyingurin. Seglbáturin, hann hevur siglt við, er ein Sagitta 35, sum er 10 metrar langur. Báturin er 50 ára gamal.
##med3##