Haugaard umhugsaði sjálvmorð

Samstundis sum Jacob Haugaard í 1992 var á toppinum sum sjónleikari, umhugsaði hann gera enda á sær

Tvørámaðurin í Danmark, Jacob Haugaard, avdúkar í samrøðu við Søndagsavisen, at hann fyrst í 1990’unum umhugsaði at gera sjálvmorð.

Hesa tíðina gekk sera væl við sjónleikaryrkinum hjá Jacob Haugaard, men privatlívið var í sori. Hann misbrúkti alkohol og hassj, og konan var rýmd við børnunum.

- Eg hugsaði um at gera enda á mær, men eg hevði ikki dirvið til tað, sigur Jacob Haugaard við Søndagsavisen.

- Teir tímarnar hugsaði eg bert, at eg kláraði ikki meira. Konan vildi ikki hjálpa mær. Hon orkaði ikki meira og rýmdi. Tá gekk tað upp fyri mær, hvussu nógv eg elskaði hana, og eg breyt saman, greiðir Haugaard frá.

Hann fór í viðgerð fyri misbrúk av alkoholi og lærdi at liva uttan brennivín og hassj. Eftir eina tíð í viðgerð og í summarhúsi burtur frá øllum, fór Jacob Haugaard heiaftur, og tá var konan komin aftur. Hann og Ilse Wilmot hava nú verið saman í 34 ár.